DKK = 16 ISK
 
 

Um okkur

LaserSjón ehf. er ein serfrøðifyritøka, ið rættar sjónbrek við laserhornhinnuviðgerð. LaserSjón er slóðbrótandi á hesum øki í Íslandi, og her arbeiða nakrir av royndastu íslendsku laserviðgerðarserfrøðingunum.Tól fyritøkunnar eru framúr góð. Tey hoyra til tað sokallaða fjórða ættarliðið av lasiktólum.

Serfrøðingar LaserSjónar, Þórður Sverrisson, Eiríkur I. Þorgeirsson og Keith Warren Fogg, hava viðgjørt meiri enn 6 túsund fólk og harvið meiri enn 12 túsund eygu á henda hátt. LaserSjón er ein av størstu lasikviðgerðarstovnunum í Norðurlondum, og hesir báðir læknarnir hava sostatt fleiri royndir enn flest aðrir norðurlendskir eygnalæknar.

Lasikviðgerðarhátturin er tann mest vanliga sjónbreksviðgerðin í dag, og vert er at geva tí gætur, at milliónir av viðgerðum verða framdar kring heimin á hvørjum ári. Lasiktøknin hóskar væl til tey, sum annaðhvørt hava hug at sleppa av við brillur og kontaktlinsur, tola illa kontaktlinsur ella eru ovurviðkvom. Um kontaktlinsur ella brillur tarna á onkran hátt í gerandisdegnum, er lasikviðgerðarhátturin mangan ein frálík loysn.

Ein nýggj samanburðarkanning av laserviðgerðartólum, sum amerikanski heilsu- og heilivágseftirlitsstovnurin (FDA) fekk í lag, vísir, at Bausch og Lombtólini, ið LaserSjón nýtir, eru framúr góð. Niðurstöðurnar av kanningini vísa, at 87,3% fáa fulla sjón, 12,4% batna verulega, og einans 0,3% fáa ikki nøktandi hjálp.

Eygnalæknarnir, sum settu fyritøkuna á stovn, eita Eríkur Ingvar Þorgeirsson og Þórður Sverrisson. Teir hava arbeitt í fleiri ártíggir og eru millum royndastu lasikviðgerðarserfrøðingar í Íslandi. Aftrat teimum báðum arbeiða 2 eygnalæknar, 1 sjúkrarøktarfrøðingur, 1 sjúkrahjálpari og 1 skrivari hjá LaserSjón. Starvsfólkini eru sostatt 7 í tali. Fýra av starvsfólkunum hava fingið lasikviðgerð við frálíkum úrsliti.

Vegna framúr góð úrslit eru Bausch og Lombtólini tey mest vanligu tólini á hesum øki, og verða eitt nú nýtt av heimskendum sjónbrekseygnalæknum, ið arbeiða hjá stórum og vælumtóktum fyritøkum.

LaserSjón fylgir sostatt við menningini á økinum og roynir at geva so góða viðgerð sum til ber. Serfrøðingar okkara luttaka á hvørjum ári á ráðstevnum uttanlands at kunna seg um nýggja tøkni og síggja nýggj tól og nýggjar viðgerðarhættir. Vit halda okkum tí vera eina av mest framkomnu fyritøkunum í heiminum.

Vit eru greið yvir, at vit mugu gera okkara allarbesta í hvørjum einstøkum føri fyri at fáa eitt gott úrslit, og allir sjúklingarnir verða viðgjørdir neyvt og nágreiniliga.

LaserSjón roynir av øllum alvi at tæna teimum sjónbrekaðu, og fyritøkan er ein av størstu stuðlum Blindafelagsins.