DKK = 17 ISK
 
 

Spurningar og svar

Hvat kann eg vænta?

Viðgerðin hevur varandi ávirkan. Týdningarmikið er tó at gera sær greitt, at eyguni kunnu broytast. Tað er ikki ráðiligt at fara í holt við viðgerð, meðan sjónin enn er óstøðug. LASIK-viðgerðarhátturin hóskar tí ikki børnum, tí eyguni vaksa og broytast. Eftir 18 ára aldurin ber vanliga til at fáa varandi hjálp, men hetta er tó ikki galdandi í øllum førum. Ráðfør teg við læknan og gev honum rættar upplýsingar, so hann kann síggja, hvørjar broytingar eru farnar fram. Læknin kann síðan hjálpa tær at avgera, um rætt er at bíða ella ikki. Hóast úrslitið av viðgerðini er varandi, ber til at fínpussa avrikið seinni, um hetta verður neyðugt. Sjálvandi er truplari at viðgera tey, sum hava sera ring eygu, men ofta munar viðgerðin enn meiri hjá júst hesum menniskjum.

Eg eri nøgd/nøgdur við brillurnar ella kontaktlinsurnar. Skal eg kortini fara í holt við eina LASIK-viðgerð? Flestu eygnalæknar eru samdir um, at hóast tygum eru nøgd/nøgdur við verandi brillur/kontaktlinsur, er rætt at umhugsa LASIK-viðgerðarháttin.

Hvørji hjáárin kunnu stinga seg upp?

Teir fyrstu mánaðirnar gremja summi seg um okkurt smávegis, eitt nú turr eygu ella eygnastingir. Onkuntíð kann hetta standa við í eitt heilt ár. Orsøkin er tann, at nervatræðrir verða skalaðir undir viðgerðini, og teir eru viðkvæmir, meðan teir vaksa út aftur. Táradropar hjálpa mangan. Hvørjum gagnast viðgerðin best? LASIK-viðgerðarhátturin kann hjálpa heilt nógvum, ið eru nærsýnt, fjarsýnt ella sum hava eitt bygningsbrek. Tey, sum ætla sær at fáa hesa viðgerð, skulu tó fyrst og fremst hava hug at sleppa av við brillurnar ella kontaktlinsurnar, og tey skulu vera til reiðar at vága tann lítla vanda, ið stendst av viðgerðini.

Hvat kann eg vænta?

Eftir viðgerðina síggja 95-98% so væl, at teimum nýtist ikki at ganga við brilllum. Tygum kunnu rokna við at fáa 1,0 sjón eftir viðgerðina. Mest sum øll menniskju hava okkurt smávegis sjónbrek, ið ikki er neyðugt at rætta við brillum. Tey flestu síggja svarandi til 1,0 aftan á viðgerðina, men í onkrum førum kann verða neyðugt at viðgera av nýggjum ella nýta brillur.

Er vandamikið at verða viðgjørdur á henda hátt?

LASIK er ein kostnaðarmikil og fjøltáttaður viðgerðarháttur. Hjáárin kunnu stinga seg upp og í kjalarvørrinum síggja vit onkuntíð trupulleikar, ið føra við sær, at neyðugt er at viðgera eyguni av nýggjum. Hetta er tó sjáldsamt og hevur sera sjáldan tær avleiðingar, at sjónin versnar. Endurviðgerð kann tó verða neyðug. Samanumtikið er vandin lítil og eingin, og við tí nýggjasta tøkniháttinum fáa einans 1-2 % hjáárin og av teimum eru sera fá, ið fáa varandi mein. Kortini er rætt at umhugsa hetta gjølla og at samanbera vansarnar við tann ampa og vanda, ið stendst av at nýta brillur ella kontaktlinsur.

Hvat er fyrimunurin við LASIK-viðgerðarháttinum?

LASIK er tann viðgerð, ið mest verður nýtt í dag. Fyrimunirnir eru fyrst og fremst:

  • Tú hevur lítlan og ongan ampa av viðgerðini
  • Sárið grør skjótt
  • Sjónin verður skørp eftir fáum døgum
  • Ikki er neyðugt at gera nógvar eftirkanningar
  • Eftir nakrar vikur verður sjónin verðandi skørp

Hvussu leingi hava LASIK-viðgerðir verið framdar?

LASIK-viðgerðir hava verið framdar uttanlands í umleið 10 ár, men forsøgan er nógv longri, og eygnalæknar kring knøttin hava roynt at forma hornhinnuna í meiri enn eina hálva øld.

Hvat er ein LASIK-viðgerð?

Lasikviðgerð kann rætta sjónbrek, eitt nú nærsýni, fjarsýni og bygningsbrek. Lasik er tann mest vanliga sjónbreksviðgerðin í dag. Lasikviðgerðin bøtir ikki um aldursfjarsýni, men onkuntíð ber tó til at viðgera hetta við skiftissjón. Í tílíkum føri verður annað eygað ført fyri at síggja væl í fjarstøðu, meðan hitt eygað sær væl tað, sum er tætt við.

Kann laserviðgerð av eygunum, gagnast mær? Møguliga um hesar fyritreytir eru til staðar:

  • Tygum eru yvir tjúgu ár. Sjónin hevur verið støðug seinastu 24 mánaðirnar.
  • Heilsan er góð.
  • Ongar eygnasjúkur tarna viðgerðini.
  • Tygum rokna við einum úrsliti, ið er í tráð við tað, ið viðgerðin megna