DKK = 17 ISK
 
 

Laserviðgerð

Ymist er, hvussu farið verður fram:

  • 1.d. Kanning
  • 2.d. Viðgerð
  • 3.d. Kontrol

og LaserSjón bjóðar upp á viðgerðarhættirnar: Lasikviðgerð, Lasek/PRK-viðgerð og Zyoptixviðgerð. Her verður greitt nærri frá hvørjum hætti fyri seg:

LASIK-viðgerð

LASIK-viðgerðarhátturin verður mest nýttur til at rætta einstøk sjónbrek, eitt nú fjarsýni, nærsýni og bygningsbrek..

Hvat merkir orðið LASIK?

LASIK er stytting av orðinum Laser-in-situ-keratomileusis ella Laser-assisted-in-situ-keratomileusis. Ein lasergeisli verður nýttur at broyta skapið á hornhinnuni uttan at nerta við vevnaðin í kring

  • in-situ = á rætta stað.
  • kerato = hornhinna.
  • mileusis = at forma.

LASIK-viðgerðarhátturin hevur verið nýttur uttanlands í umleið 20 ár. Forsøgan er tó enn longri, tí eygnalæknar kring heimin hava í meiri enn hálva øld arbeitt við at forma hornhinnuna.

Fyrimunir við LASIK-viðgerðarháttinum:

  • Lítil og eingin pína eftir viðgerðina.
  • Sárið grør skjótt.
  • Sjónin verður rættiliga skørp eftir fáum tímum ellla fáum døgum
  • Færri endurkanningar.
  • Eftir nakrar vikur verður sjónin verandi skørp

Hjáárin kunnu í hendingaføri stinga seg upp og neyðugt kann tí verða at viðgera umaftur. Varandi afturstig eru sjáldsom. Í ávísum førum kann vera neyðugt at endurtaka viðgerðina fyri at fáa hóskandi úrslit.

Ein serligur høvilknívur, ið sker neyvt, 160 ella 180 mikron (1/1000 mm), oman í hornhinnuna, verður nýttur, og sostatt myndast ein hornhinnuflís (ella eitt lok), ið verður lyft upp og til viks meðan tey djúpari hornhinnuløgini verða laserviðgjørd. Ymist er, hvussu nógvur vevnaður verður tikin, og hetta verður roknað nágreiniliga út og telduskrásett við forkanningina. Síðan verður flísin løgd á aftur, og fáar minuttir seinni situr hon føst og til ber at blunka á natúrligan hátt. Tygum merkja so gott sum onga pínu og eygað lekist skjótt. Lítil vandi er fyri arri, tí flísjaðarin grør fastur og sjónin verður skjótt so skørp sum til ber. Summir einstaklingar síggja eina striku skarpari enn fyrr, og umleið 10% missa eina striku á skarpasta økinum. Væl ber til at rætta sjónina enn meira, og tá er óneyðugt at skera nýggja flís.

Er sjúklingurin nærsýntur, verður meiri vevnaður tikin mitt í hornhinnuni enn úti í jaðaranum. Harvið broytist sniðið, og hinnan verður flatari. Ljósbrotið minkar, geislarnir møtast í sjónhinnunni og sjónin verður skörp. Tvørmál laserviðgerðarinnar er avmarkað og harvið eisini tað "optiska" økið. Tvørmálið er vanliga 6,5-7,5 mm, og uttan fyri hetta hevur hornhinnan næstan sama skap sum fyrr.

Í onkrum føri er trupult at síggja nóg væl í myrkri aftaná viðgerðina, og tey, sum hava stórar eygnasteinar, gremja seg í summum førum um, at ringt er at síggja væl í glámlýsi, og at ljósið hevur lyndi til at spjaðast og ein geislabogi myndast í kring. Hesi fólk hava torført við at koyra bil í myrkri. Eygnasteinarnir verða mátaðir við forkanningina, og tey, sum hoyra til omannevnda vandabólk, verða frárádd at nýta henda viðgerðarhátt.

Lasek/PRK-viðgerð

LASEKviðgerð er eitt frábrigdi av LASIK-viðgerðarhættinum og verður nýtt, tá ið hornhinnan er ov tunn til flísaskurð. Í tílíkum føri verður ovasta kyknulag hornhinnunnar loyst, og síðan verður vevnaður í miðlagnum tikin burtur við lasergeilsum. Ymist er, hvussu nógv verður tikið, og hetta verður roknað út og telduskrásett, tá ið forkanningin verður gjørd.

Viðgerðin tekur umleið 20 minuttir, harav tekur sjálvur laserskurðurinn minni enn ein minutt. Ovasta kyknulagið verður síðan lagt yvir eygað. Aftaná verður ein kontaktlinsa sett sum eitt slag av plástri á eygað fyri at verja sárið á hornhinnunni og linka pínuna. Kontaktlinsan verður vanliga tikin burtur tveir ella tríggjar dagar seinni.

Við viðgerðina myndast sár uttast á hornhinnunni, men tað grør skjótt. Hornhinnan er viðkvom og fær lættliga brunasjúkur, meðan sárið grør. Reinføri er tí av alstórum týdningi ta fyrstu tíðina, og fyrstu vikurnar eftir viðgerðina ber ikki til at svimja. Tygum kunnu fara í holt við vanligt frítíðarítriv eftir tríggjar til fýra dagar, og eftir ein til tríggjar dagar kunnu tygum fara til arbeiðis. Tað uttasta lagið grør eftir 1-2 vikum, men sjónin kann halda á at batna í fleiri mánaðir.

Tá ið sárið er lekt, byrjar sjálvt "viðgerðartíðarskeiðið" Eftir nakrar vikur eru flestøll kortini nøgd við sjónina og vilja longu tá fáa hitt eygað viðgjørt. Týdningarmikið er, at verja seg fyri sólini og nýta góðar UV-góðkendar sólbrillur. Fyrstu vikurnar mugu brunadropar verða nýttir (steroiddropar). Ymist er, hvussu leingi hetta er neyðugt. Eygnadroparnir kunnu geva hjáárin, eitt nú kann trýstið hækka í eyganum, og neyðugt er at koma til eftirkanningar. Um møtt verður regluliga til eftirkanningar, ber til at greina hetta í góðari tíð. Neyðugt er at eftirkanna í 6-12 mánaðir.

Nervatræðrirnir í hornhinnuni eru viðkvæmir fyrstu tíðina eftir viðgerðina, og tí gremja summi seg um skriða og at eyguni kennast turr. Í nógvum førum hjálpir at fáa dropar í eyguni, meðan hetta lagar seg.

Undir viðgerðini verður vevnaður tikin av hornhinnuni og harvið broytist skapið. Endamálið við viðgerðini er, at sjónin verður stillað av á sjónhinnuni, soleiðis at tygum síggja klárt.

Laserviðgerðin hevur avmarkaða dýpd og tvørmál, og tí verður tað "optiska" økið rættiliga lítið. Vanliga er tvørmálið 6,5-7,5 mm. Eru eygnasteinarnir stórir, verður náttarsjónin ikki nóg góð og torført kann vera at koyra bil í myrkri. Haraftrat hava ljósgeislarnir lyndi til at spjaðast soleiðis at ein geislabogi myndast íkring. Eygnasteinastøddin verður mett nágreiniliga við forkanningina og tey, sum hoyra til omannevnda vandabólk, fáa boð um hetta. Nógv, ið nýta kontaktlinsur ella brillur, kennast við hesar trupulleikar.

Zyoptixviðgerðarhátturin

Ein nýggjur tøkniháttur, Zyoptix, kann greina og rætta sjónbrek á nýggjan hátt. Sostatt ber nú til at rætta sjónina enn betur enn brillur hava megnað frammanundan. Haraftrat ber við hesum nýggja hættinum til at viðgera eygu, ið ikki var ráðiligt at fara í holt við frammanundan.

Kortini eigur ikki at verða lovað ov nógv í so máta, og vit mugu hava bæði bein á jørðini. LaserSjón var ein av fyrstu fyritøkunum í heiminum, ið útvegaði sær hesa nýggju tøknina, og vit hava havt stóra gleði av henni í ávísum førum. Úrslitið hevur verið í tráð við tað, ið vit hava væntað.

Henda nýggja tøknin eygleiðir alt sjónkervið og metur um ljósbrotið við serstøkum lasermátara; "wavefront aberometry". Til ber at nýta mátingina við viðgerðina sjálva og hetta viðførir neyvari framferð enn higartil hevur verið gjørligt. Hetta verður nevnt "customised ablation, Zyoptix" og er ein framtíðarviðgerðarháttur. Við at vera millum fyrstu fyritøkurnar í heiminum á hesum øki ásanna vit hjá LaserSjón, at vit hava sera dugnaligar serfrøðingar og avbera góðan útbúnað.